Summarhús við Gjógv Starvsmannafelagið hevur leigað eini hús í Stólpa við Gjógv, og er nú møguligt hjá limum og øðrum at leiga hesi umvegis Starvsmannafelagið. Húsið hevur 3 kømur, køk, stovu, wc v/brúsu, og gongd og kjallara. Møguleiki er hjá minst 6 fólkum at gista. 2 tunnuflakar eru til taks í kjallaranum, sum tey yngru kunnu hugna sær við í ánni. Húsini eru vælegnað til familjutúrar, men kunnu eisini brúkast sum karmur um minni bólkaarbeiði. Til høgru er ein kalendari yvir summarhúsið, soleiðis at tit kunnu síggja nær húsini eru tøk. Tit bíleggja húsið við at ringja ella við at senda teldupost til Starvsmannafelagið. Viðmerkjast skal, at við Gjógv er eingin handil, so tað má provianterast áðrenn ein ferð norður. Meiri fæst at vita um treytir, kostnað o.a. í reglugerðini. |